Útiverkstaður:
Í garðinum beint uttan fyri stovnin, hava vit ein útiverkstað. Har er møguleiki m.a. at smíða, saga, telgja, mála “grov” kreativ ting. Sum oftast verður fyriskipað ymiskt, ið børnini møta upp til, um tey hava áhugað í fyriskipanini.
Súkkliskúður:
Í stóra súkkliskúrðinum hava vit ymisk sløg av mánabilum, rennihjólum , súkklum, rulliskoytum, rampum, vegskiltir til spøl og aðrara uttanduraleikur.
Uttanum økið:
Uttanum økið er fjølbroytt. Garðurin er asfelteraður og avbera góður at súkkla, rulluskoyta á, tekna við kritum og spæla úti spøl. Vit hava ein góðan sparki vøll, ið sjálvandi verður nýttur til fótbólt, men eisini til hokky og onnur bóltspøl. Sunnan fyri bygningin er hagi, har ætlanin er at seta ymiskar úti leikur upp, sum børnini kunnu stuttleika sær í. Vestan fyri bygningin, er eitt stórt og gott náttúruøkið, har ein á rennur oman ígjøgnum. Her eru sera góðir møguleikar hjá barninum at sansa og stimbra kroppin.
Náttúru økið rundan um stovnin
Sjálvt um tað kann tykjast, at bygningurin liggur burtur frá, so er tað heila her! Vit hava gott busssamband, 3 ferðir um tíman. Stutt er niðan í hagan, á Kongavarða, út á Glyvursnes, oman í bátahylin, í Sandá, oman í Sandagerð.
Frítíðarskúlin á Argjahamri
Glyvursvegur 44
160 Argir
Um barn ikki kemur í frítíðarskúla ella átrokandi boð eru til starvsfólk:
Send sms boð ella t-post til:
Frítíðarskúlan: 260802
Klubb tilboð: 260803
Teldupostur starvsfólk: argjahamri@gmail.com
Leiðari: Hanna Thøgersen
Telefon: 282850
Teldupostur: hannast@torshavn.fo
Upplatingartíðir:
mánadag – fríggjadag kl. 11 – 17
Facebook síðan hjá okkum: web.facebook.com/argjahamri/