Millummáli

 

Hvønn dag kl. 14 eta vit millummála í frítíðarskúlanum. Millummálin er ein millummáltíð, har vit fáa nakað av eyka orku niður í kroppin, so vit klára langa seinnapartin millum matpakkan og nátturðan. Millummálin er eitt tilboð, har vit boða frá, at nú er millummálin klárur, og øll eru vælkomin at koma og fáa sær. Vit eta millummálan inni í køkinum ella úti; um veðrið loyvir tí.

 

Maria stendur fyri millummálanum, og aftan á vit hava etið, skal ein rudda upp eftir sær við at bera glas og talerk yvir til uppvaskið.


Vit leggja okkum eftir at hava ein millummála sum mettar væl, hóast nøgdin ikki er so stór. Dømi um millummála eru: Pasta, suppa, greytur, frukt, grønmeti, ymsar keks og nógvur bakstur, t.d. rugbreyð, bollar, skons og líknandi.