Náttúran, túrar og børnini

 

Dentur verður lagdur á at ríka børnini við upplivingum. Vit fara túrar í hagan, eins og vit fara heim í býin til ymiskt.

Flokkarnir eru býttir í tríggjar svimjibólkar, og svimja aðru hvørja viku. Yvirlit yvir svimjibólkarnar eru at síggja her. Eisini skipar frítíðarskúlin fyri ymsum túrum, sum børnini sjálvi melda seg til. Túrarnir kunnu taka støðið í til dømis árstíðunum ella verðrinum. Ein túrur í býnum kann verða á útivenjingarstað, á Glassheygg, í Tinganes ella í Tingsalin. Viðarlundin er eisini væl vitjað.


Úti á spæliplássinum eru eisini nógvir møguleikar at spæla í náttúruni. Áin, sum rennur fáar metrar frá hurðini, er eitt spælipláss, ið dregur børnini út í nátturuna. Av og á kynda vit bál og grilla pylsur. Uppi á tjørnini rógva vit í gummibátunum, meðan vit vísa stóra virðing fyri djóraheiminum. Fjørðan er eisini í nærumhvørvinum, har vit fanga krabbar ella fiska við tráðu. Ofta hava vit millummálan við og eta úti í náttúri.