Visión


*   Vit vilja, at Frítíðarskúlin á Argjahamri er víðskygdur, fevnandi og á ferð móti nýggjum málum. Rúm skal vera fyri ymiskum áskoðanum, hugskotum og mentanum, og  ymiskleikin verða virdur, tí soleiðis verður gott hjá øllum at vera í Frítíðarskúlanum á Argjahamri.

 

*   Vit vilja, at Frítíðarskúlin á Argjahamri er livandi við fjøltáttaðum upplivingum og avbjóðingum í tryggum og góðum umhvørvi.

 

 

*   Vit vilja, at Frítíðarskúlin á Argjahamri er virkin við mennandi, kveikjandi og spennandi avbjóðandi tilboðum.