"Frítíðarskúlin er eitt interessant stað, sum á mangan hátt er ein bindiliður ímillum tað, at vera “úti” og tað, at vera “heima”. Tað trygga og fjálga, umsorganin, og so tað fremmanda og spennandi, sum dregur og mennir okkum."
Les meira um okkara spennandi Sirkus við at trýsta HER (pdf fíl opnar).
"Kom og hygg ! Gularøturnar hjá okkum spíra longu !!, róptu Sólja og Emma alspentar og vildu alt fyri eitt vísa mær hesa framgongd í teirra heilt egnu rundleiddu grønsaksveltu uppi á bakkanum við frítíðarskúlanum. Eg fór so yvir at hyggja eftir teirra fittu veltu, har Sólja peikaði mær á onkran evarska lítlan spíra, sum líktist meiri einum grasstrái enn eini gularrót."
Les áhugaverdu frásøgnina hjá Napoleon um eplaveltur og annað grønt. Trýst HER (pdf fíl opnar)
Her er ein grien um týdningin tað hevur, at børn ikki uppliva at vera skeldaði.
"Inden du hæver stemmen næste gang, så tænk dig om og tæl til 10, mener børneforsker Erik Sigsgaard."
Her er ein áhugaverdur fyrilestur sum eg sá einafer, og sum aftur kemur fram í huganum, nú vit starvsfólk hava verið kreativum á íblástrarskeiði í NLH, umframt at ein kanning vísur, at skúlar og stovnar í Føroyum, ikki raðfesta list nóg høgt.
Í fyrilestrinum kemur Sir Ken Robinson inn á, at tær skapandi lærugreinarnar verða alsamt meiri niður raðfestar, men at tað hevur týdning at vit eggja børnini til at kunna skapa egnar tankar og meiningar, við at raðfesta tað skapandi og nýhugsandi tankagongd.
Frítíðarskúlin á Argjahamri
Glyvursvegur 44
160 Argir
Um barn ikki kemur í frítíðarskúla ella átrokandi boð eru til starvsfólk:
Send sms boð ella t-post til:
Frítíðarskúlan: 260802
Klubb tilboð: 260803
Teldupostur starvsfólk: argjahamri@gmail.com
Leiðari: Hanna Thøgersen
Telefon: 282850
Teldupostur: hannast@torshavn.fo
Upplatingartíðir:
mánadag – fríggjadag kl. 11 – 17
Facebook síðan hjá okkum: web.facebook.com/argjahamri/