Vit halda..
Í okkara námsfrøðiliga arbeiði leggja vit stóran dent á at menna teir ymisku førleikarnar hjá børnunum. Hølisviðurskiftini eru avbera góð við nógvum rásarúmi til virknu børnini, eins og ríkiligt av plássi er til djúphugsni og friðarligt spæl.
At hava vinir og vera saman við góðum vinum hevur stórt virði millum øll menniskju og er eisini høgt í metum hjá børnum. Lívið í frítíðarskúlanum ríkar møguleikarnar fyri felags upplivingum, hava tað stuttligt og at royna seg. Her kunnu børnini sjálv velja og raðfesta áhugamál, hava stundir til spæl og sjálv finna uppá. Hetta er eitt stað hjá børnum, sum gevur møguleikar fyri at menna tey persónliga og sosialt. Ein frítíð, sum er kjokkfull av gleði og stuttleika, og sum samstundis tryggjar rúm, har børnini kunnu mennast og læra. Her kunnu tey trívast, og her vilja vit virka fyri trivnaði. Vit vilja, at tá vit einaferð biðja teimum farvæl á síðsta sinni, tí tey nú eru vorðin ov stór til frítíðarskúla, at tey skulu hava ryggsekkin fullan av sjálvsáliti, áræði, forvitni og fyriliti fyri øðrum.
Mál og samskifti – samskiftandi barnið
Mál:
Hvat vilja vit náa?
- At børnini nýta rættan málburð
- At stimbra orðatilfeingi hjá børnunum
- Læra børnini at avlesa kropsmál (kenna, skilja, nýta)
- At geva børnunum møguleika at útrykka seg
- At læra børnunum virðiligt samskiftið
- At læra at lurta og gera vart við seg (duga at lova og lasta (rís og rós))
- Tosa við rættari raddarlegu og bíða eftir tørni
- At børnini læra at duga at ”traðka fram og aftur”
- At duga at lurta og svara aftur
- Virða tað nonverbala
Tiltøk:
Hvussu vilja vit náa tað?
- At læra at samskifta gjøgnum ymisk námsfrøðilig amboð s.s. drama, stig fyri stig, rolluspøl o.a.
- At starvsfólk eru týðulig í orð, talu, atburði og kropsmáli
- Siga frá søgum og syngja sangir, rím og ramsur, kvæðir
- Í dagligari talu at práta vanligt og hóskandi til aldurin
- Tann vaksni er fyrimynd, vísir á og vegleiðir
- Tann vaksni er orðstýrari og leiðandi (vegvísari)
- Gera orð sjónlig og arbeiða við teimum, t.d. hvat tey merkja (týðing)
Tekin:
Hvussu síggja vit, um tað eydnast?
- Vit síggja tekin á málburði og samskiftinum
- At børnini duga og menna sítt orðatilfeingi
- At børnini duga at úttrykkja seg við orðum, kropsmáli og mimikki og í samanspælinum við onnur børn
- Vit uppliva ein mun hjá barninum (hoyra, síggja, varnast)
Persónligir førleikar – barnið sum serstakt menniskja
Mál:
Hvat vilja vit náa?
- Vit vilja, at øll verða hoyrd og sædd og vird
- At børnini kenna síni egnu mørk og duga at avlesa mørk hjá øðrum (sosialir spælireglur)
- Miða fram móti, at børnini hava eitt virðiligt sjálválit og sjálvsvirði
- At børnini kenna síni rættindi og sínar skyldur (barnarættindasáttmálan S.T.)
- At læra børnini at verða meira sjálvbjargin
- At virða børnini og lata tey vera egin og serstøk – at kenna sínar styrkir og veikleikar
- Læra børnini at samstarva
- Virða, at summi vilja hava frið og vera í friði, so tey mennast
Tiltøk:
Hvussu vilja vit náa tað?
- At børn og vaksin vísa viðurkenning fyri hvørjum øðrum
- Gjøgnum aktivar og kreativar fyriskipanir eggja børnini at læra seg sjálv at kenna
- Kunna tey gjøgnum kreativ tiltøk um rættindi
- Geva børnunum ábyrgd, har tann vaksni er stuðlandi og vegleiðandi
- At vit endurtaka tær góðu gerðirnar og gera vart við tær keðiligu gerðirnar
- Stimbra undir styrkirnar hjá barninum/børnunum
Tekin:
Hvussu síggja vit, um tað eydnast?
- Vit uppliva ein mun hjá barninum (hoyra, síggja, varnast)
- Síggja at barnið mennist og trívist
Rørsla og heilsa – aktiva og sunna barnið
Hvat vilja vit náa?
- At stimbra barnið við rørslum og sansum
- At barnið er greitt yvir, at tað hevur eitt likam og at brúka tað
- Styrkja tilvitað um reinføri og kost
- At finna gleði í at røra seg og brúka kroppin
- Við upplýsing vísa á, hvat er gott/ringt fyri kropp og heilsu
- At hava so breið rørslulig tilboð sum gjørligt
- At børnini av sær sjálvum fara til verka
Hvussu vilja vit náa tað?
- Gjøgnum spæl og kapping inni og úti, at læra kroppin at kenna
- At motivera við ymiskum tiltøkum
- At vísa á við skipaðum og óskipaðum tiltøkum í fimleikahøllini, svimjihøllini og í náttúruni, hvussu stuttlig og týdningarmikil rørsla er fyri heilsuna
- Brúka serstovur til at kanna og undrast
Tekin:
- Vit uppliva ein mun hjá barninum (hoyra, síggja, varnast)
- Síggja, at børnini eru aktiv og sjálv seta í verk fyriskipanir
- At barnið sjónliga vísir gleði um rørsluna
Skapandi evni – skapandi og úttryksfulla barnið
Mál:
Hvat vilja vit náa?
- At menna tey skapandi evnini
- Sleppa at verða kreativ inni og úti
- Menna síni úttrykk – kenna ymiskar úttryksformar
- Menna hugflog, forvitni og áhugan at skapa og at finna uppá
Tiltøk:
Hvussu vilja vit náa tað?
- Skipa fyri skapandi/kreativum verkstøðum og serligum tiltøkum (merkisdagar, listaframsýningar, framførslur o.s.fr.)
- Brúka tilfar úr náttúruni og í náttúruni
- Geva rúm fyri tí óskipaða virkseminum. Tilfar skal verða lætt at komuligt og liggja frammi, so lætt er hjá børnunum at tekna, perla, klippa,líma, smíða, mála, lurta/spæla tónleik o.s.fr.
- Finna uppá egin spøl úti og inni. Heingja tað, børnini hava envað til upp inni og úti
- Vitja listasøvn, standmyndir o.a.
- Avmynda/tekna list sum vit síggja í almenna rúminum (fara t.d. teknitúrar)
- Børnini skulu síggja úrslit, sum skal kveikja áhugan og kreativitetin
Tekin:
Hvussu síggja vit, um tað eydnast?
- Vit uppliva ein mun hjá barninum (hoyra, síggja, varnast)
- Síggja og hoyra, at barnið undrast og er upptikið av áhugamálum, ið t.d. kunnu vísa seg við tekningum, málningum, skrivligum tilfari, bygging (inni og úti), práti, spæli o.s.fr.
- Dokumentatión av ymsum slagi av tilgongdini frá byrjan til enda, v.ø.o. tað, ið spyrst burturúr, t.d. myndir, produkt, orðingar v.m.
Náttúra og umhvørvi – barnið sum partur av náttúruni
Mál:
Hvat vilja vit náa?
- At geva djórum og plantum í umhvørvinum gætur
- At børnini kenna árstíðirnar
- At børnini læra um fjøru og haga
- At børnini læra at hava virðing fyri náttúruni og umhvørvinum og tí sum livir og nørist har
- Gera børnini varug við, at náttúran er livandi
- Kunna børnini, so at tey gerast tilvitað um rúmdina
- Kunna børnini , so tey hava møguleika at kenna náttúrunnar fyribrigdi
Tiltøk:
Hvussu vilja vit náa tað?
- Fara granskingartúrar, har vit pilka, nerta, føla, smakka, grulva, leita, sansa og undrast
- Gera brúk av kørmunum inni og úti á Argjahamri (alis- og evnafrøðis stovu, lívfrøðistovu o.s.fr.)
- Vísa á mentan gjøgnum skapandi tiltøk og dokumentatión (estetiskar lærutilgongdir)
Tekin:
Hvussu síggja vit, um tað eydnast?
- Vit uppliva ein mun hjá barninum (hoyra, síggja, varnast)
- Síggja og hoyra, hvussu børnini fara um náttúruna og eru í náttúruni
- Hoyra og síggja sporini eftir børnunum, hvussu tilvitað tey eru um frálæruna, teimum hevur verið fyri
Mentan og siðir – barnið sum partur av einari mentan
Mál:
Hvat vilja vit náa?
- At børnini kenna føroyska mentan og føroyskar siðir
- At kenna Føroya land (oyggjar, býir og bygdir)
- At kenna aðra mentan og aðrar siðir
- At kenna til føroyskt barnabókmentatilfar
- At kanna yrkislívið í Føroyum
Tiltøk:
Hvussu vilja vit náa tað?
- At námsfrøðingarnir upplýsa børnini, áðrenn farið verður til eitt tiltak
- Fylgja árskalendarnum
- Skipa fyri evnisdøgum/-vikum, ið innihalda t.d. heystfjøll, høgtíðir, merkisdagar s.s. grækarismessa, flaggdag o.a.
- Gjøgnum sagnir, sangir, kvæði, drama, leik, søgur o.a. læra um mentan og siðir
- Brúka náttúruna at læra um mentan og siðir t.d. mála/tekna huldufólk, henta lesull, fara í fjørðin ella fáa fatur á fiski, fara á fjall sum partur av tí at vera við til at fletta o.a.
- At vit luttaka í mentanarligum tiltøkum, ið vit sjálvi og onnur skipa fyri
- Túrar, ið eru upplýsandi fyri børnini, t.d. vitja søvn
Tekin:
- Vit uppliva ein mun hjá barninum (hoyra, síggja, varnast).
- Síggja og hoyra á barninum tað, ið tað hevur tikið til sín
Sosialir førleikar – barnið sum partur av felagsskapinum
Hvat vilja vit náa?
- At børn og vaksin virða ymisleikan
- At børnini kenna seg væl í barnahópinum/felagsskapinum
- At børnini føla seg trygg og hava álit á hvørjum øðrum
- At børnini skilja og duga at geva seg undir sosialar spælireglur
- At børnini tora og duga at gera vart við seg
- At børnini duga at vera tolin (tollyndi)
- At tryggja, at barnið er við í hópinum
- At hava eitt happingarfrítt umhvørvi
Tiltøk:
Hvussu vilja vit náa tað?
- Vísa á við tiltøkum, hvussu ymisk og líka vit eru
- Brúka miðlar, video, film, tónleik, sjónleik, prát v.m.
- Brúka eldri næmingar á skúlanum, t.d. at siga frá happing
- Gjøgnum spøl, har tað krevur, at fleiri eru við, venja vit at vera tolin, føla okkum trygg, hava álit, geva okkum undir eitthvørt o.s.fr.
- At tey vaksnu eru fyrimyndir
Tekin:
Hvussu síggja vit, um tað eydnast?
- Vit uppliva ein mun hjá barninum (hoyra, síggja, varnast)
- Við átakinum, ið barnið tekst við, bæði síggja og hoyra vit, at tað trívist og mennist
Foreldrasamstarv
Mál:
Hvat vilja vit náa?
-Skapa trivnað og álit millum heim og stovn
-hava eitt opið og nátúrligt samskift
-Foreldur gerast hugaðir viðleikarar í gerandisdegnum
-At foreldrini leggja merki til starvsfólkahópin
Tiltøk:
Hvussu vilja vit náa tað?
- At starvsfólkini eru fyrikomandi og hava góða uppsikt eygnasamband
- At bæði starvsfólk og foreldur viðurkenna hvør annan og sýna hugskotum og broytingum ans og virðing
- Upplýsa og dokumentera væl á heimasíðuni fyri at røkka út
- At gera tað lætt at samskifta millum heim og stovn
- At skipa verður fyri sosialum tiltøkum s.s. foreldrakaffi, summarveitslum v.m.
- Stovnurin skipar fyri foreldrafundum og viðtalum
- At møguleiki er hjá foreldrum at fáa dagligar upplýsingar um barnið
-Leggja doyðin á at siga ”góðan dag og farvæl”
Tekin:
Hvussu síggja vit, um tað eydnast?
- Samskiftið er lætt
- Uppliva nøgdsemi og jaligan hugburð
- Føla álit – foreldur koma til starvsfólkini, tá okkurt er