Kumpass rósan


“Navigare necesse est,” søgdu gomlu rómverjarnir. Tað er neyðugt at duga at sigla og stýra.

 

Vit á Frítíðarskúlanum á Argjahamri vilja vera kumpasrósa fyri børnini. Hjá okkum skulu tey fáa ættarskil, læra at bjarga sær í øllum veðri, seta kós bæði við forvitni, skili og greiðum máli. Vit vilja, at tey við dirvi og áræði seta sær mál, stýra eftir stjørnunum og lesa sítt umhvørvi við hegni, nema land og støðugt eru før fyri at skifta og seta nýggja kós. Vónin er, at tey virða kósina hjá hvør øðrum og altíð ynskja hvør øðrum blíðan byr, tá ið sum før á lívsins havi møtast.

Fram um alt vilja vit, tá ið vit biðja teimum farvæl fyri seinastu ferð, at tey hava ein førning, eingin nakrantíð kann taka frá teimum.

 

Úr yrkingini “Hugo” eftir Jóanes Nielsen í Brúgvum av svongum orðum (2002)

“...Vit byggja Føroyar á aldum

Vit reka á kenslunnar havi

Alt byrjaði í havinum

Lívmóðurin er í veruleikanum eitt evarska lítið hav

Haðani pinkufør gyrd við húð

Og við dukinum frá einum lítlum hjartamotori

Seta kós út í heim...”