Um stovnin


15. august 2011 lat Fríðtíðarskúlin á Argjahamri upp. Frítíðarskúlin er eitt tilboð hjá Tórshavnar Kommunu, har børn í 1. og 2. flokki úr skúlanum á Argjahamri ganga. Skúlaárið 2012/13 bjóðaði Tórshavnar kommuna út eitt frítíðartilboð til børn, ið ganga í 3.flokki. Frítíðarskúlin á Argjahamri er ein av stovnunum, ið hevur tilboðið og umframt at hava børn av Argjahamri, eru eisini børn úr øðrum skúlum. Stovnurin er normeraður til 100 børn.

Fríðtíðarskúlin er innlimaður í skúlabygninginum í ovara parti, har innskúlingin er, men (frítíðarskúlin) virkar sum sjálvstøðug eind. Hølisviðurskiftini eru avbera góð við nógvum rásarúmi til virknu børnini eins og ríkiligt av plássi eisini er til djúphugsni og friðarligt spæl.

Fríðtíðarskúlin hevur ymisk rúm, sum leggja upp til ymisk alskyns spøl, kreativitet og menning. Eisini er fimleikahøllin ein náttúrligur partur av frítíðarskúlanum, har vit venja ymiskt og menna motorikkin og sansirnar. Møguligt er at nýta serhølini hjá skúlanum, har møguleiki er at fordjúpa seg, tá verkætlanir eru á skránni. Úti í garðinum hava vit skúrar til ymisk verkstøð.

Væl slættaða økið uttan fyri, er væl egna til ymisk rørslu spøl, s.s. at súkla, koyra við mánabilum, at rulluskoya, spæla hokky og mangt annað. Fótbóltsvøllur er, har bóltspøl kunnu spælast. Eisini er náttúran nærmasti granni og leggur hon upp til ymiskt spennandi.

Frítíðarskúlin leggur stóran dent á frítíðina hjá børnunum. Spæl o.a. virksemi er sjálvboði og ikki skemalagt á sama hátt sum í skúlanum. Børnini hava møguleika sjálv at ráða yvir frítíðini, tó undir ábyrgd og vegleiðing av starvsfólkunum.
Vit ynskja at skapa ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag, sum er stuttligur, avbjóðandi, hugnaligur og góður. Børnini hava møguleika at fáa íblástur til ítriv og at vera skapandi. Vit leggja stóran dent á, at menna teir persónligu og sosialu førleikarnar, samstundis sum vit eisini geva tí aktiva barninum ans. Vit miðja í móti at gera børnini sjálvstøðug, har tann vaksni er ein dyggur og vegleiðandi stuðul.