Húsið

 

Á heysti 2007 samtykti mentamálanevndin, at nýggjur skúli skuldi byggjast á Hamrinum á Argjum.

Býráðið samtykti einmælt ætlanina og valdi bygginevnd og samskipara. Arbeiðið varð skipað

sum partalag, og valdir vórðu stýris- og verk ætlanarbólkar. Brúkarasamskifti hevur verið við

skúlaleiðsluna, lærarar og umboð fyri frítíðarskúlan. Bygningurin er bygdur eftir galdandi krøvum

og er sera orkusparandi. Nógv er gjørt fyri at ljóð- og ljósviðurskiftini eru í lagi, soleiðis at øll

kunnu trívast væl í skúlanum. Samvirknar talvur og tráðleyst netsamband eru eisini ein partur av

framkomnu tøknini.

 

Borgarstjórin, Heðin Mortensen, setti hakan í 22. mai 2008, og jørðarbeiðið varð gjørt. Býráðsval

var um heystið 2008, og 18. Mai 2009 byrjaði sjálvt byggiarbeiðið. Bygningurin er skipaður

í grunddeild, miðdeild og hádeild. Í partinum har grunddeildin er, húsast eisini frítíðarskúli í

egnum hølum. Bygningurin er bygdur til næmingar frá forskúla til 9. flokk. Víddin á bygninginum

er 7.100m2, og alt økið er 20.000m2. MAP arkitektar hava teknað bygningin á Argjahamri.

Høvuðsarbeiðstøkuna hevur P/f Articon havt.

 

Hugskotið við bygninginum er “hamarin, fláirnar og løgini”. Løgini kunnu vera tað jarðfrøðiliga,

hæddirnar, brúkið ella vitanin. Í miðjuni gongur gjógvin ígjøgnum løgini, sum kann ímynda læring,

flokstig og undirvísingarpartar. Gjógvin sker seg gjøgnum løgini og avdúkar og eggjar til at nema

sær kunnleika í fluttari merking. Gjøgnum gjónna gongur høvuðstrappan, sum eisini er ímyndin av

tí stigvísu læringini. Tá ið tú ert komin niðaná, ber til eisini til at skoða inn yvir býðin og út í heim.

Útsýni yvir Havnina og norðureftir er ómetaliga stórbært.

 

Listakvinnar Astri Luihn hevur listprýtt bygningin. Hon varð av listabólkinum hjá Tórshavnar