Eystaralon




Spælirúmið:

Spælirúmið (ella Legorúmið) er innrættað við ymiskum leikum og møblum, ið leggja upp til kreativitet, fordjúpan, hugflog og samspæl. Rúmið er innrættað við smáum krókum, har børnini hava møguleika at fara í dýpdina við spælinum. Rúmið inniheldur m.a. leikum sum lego, playmo, djór, borg, prinsessur, krígsmenn, byggiklossar av ymiskum slag, pútum og ymiskt annað, ið børnini dúgliga spæla við hvønn dag. Hvønn mikudag seinnapart, hava vit mikudags hugna, har ymiskt er á skránni (sjá undir “vit gera” og síðan “mikudagsløta”). Eisini verður rúmið brúkt til ymiskar aðrar samlingar t.d. barnafundir, biografløtir o.a.. Tá filmur verður vístur á stóru talvu skíggjanum, flyta vit innbúgvi, so at pláss verður fyri øllum. Sjálvt um rúmið leggur upp til spæl, bygging v.m. verður eisini fyriskipað ymisk kreativt, har vit klippa, líma, mála o.s.fr.. Felags fyri spæli-, stilla- og ítrivsrúm er, at tey liggja í skúlastovupartinum.


Ítrivsrúmið:

Ítrivsrúmið hevur ymiskar funktiónir. Her er møguleiki at evna ymiskt: mála, tekna, líma, klippa, binda, seyma og mangt annað. Umframt at kunna evna ymiskt, so hava vit bæði stór og lítil dukkuhús, har børnini spæla við monster high og ymisk onnur dukku sløg. Eisini er rúmið innrættað við smáum krókum.

Eitt horn í rúminum er innrættað við hornasofu og borð, har bøkur og ymisk stuttlig brett/borðspøl eru nærhendis. Her sita børnini og hugna sær, alt eftir hvat tey hava hug til: at lesa, spæla borðspøl, hava bindklubb, práta ella bara slappa av. Felags fyri spæli-, stilla- og ítrivsrúm er, at tey liggja í skúlastovupartinum.