Vestaralon




Miðrúm:

Miðrúmið er okkara “miðnervalag”, har øll boð og upplýsing um tiltøk eru at síggja. Vit hava eina stóra talvu, har børnini siga frá hvar tey eru, við at flyta sína mynd á tey ymisku rúmini og tiltøkini, ið frítíðarskúlin bjóðar á degnum. Her er nógvur aktivitetur, tí samstundis sum hetta er gjøgnumgongd til køkin og onnur ítrivsrúm, so leggur rúmið eisini upp til góða samveru rundan um borðini, har møguleiki er til prát og tey nógvu borðspølini, sum frítíðaskúlin eigur. Tá børnini fara heim eftir ein virknan frítíðarskúladag, krossa tey seg av og siga einum vaksnum farvæl í Miðrúminum. Felags fyri køkin, mið- , starvsfólka-, máli- og perlurúmini er, at tey liggja í vestari parti av bygninginum.

Málirúmið:

Málirúmið leggur upp til ymiskan kreativan aktivitet. Her ber til at fara í gongd við ymiskt kreativt s.s. at mála, klippa, tekna, líma. So gott sum alt tilfar stendur frammi í barnahædd, so børnini sjálvi kunnu fara í gongd við tað sum teimum listir.  Børnini og tey vaksnu duga sera væl at evna burturúr og at finna uppá, og nógv úrslit fara heim við børnunum og hanga ella standa frammi  í frítíðarskúlanum. Felags fyri køkin, mið- , starvsfólka-, máli- og perlurúmini er, at tey liggja í vestari parti av bygninginum.


Lesi- og stillarúmið:
Lesirúmið ella stillarúm er eitt deiligt lítið rúm við sekkjastólum og bókakassum við nógvum ymiskum bókum. Her er høvi at fordjúpa seg í lesnaði ella práti. Nógv børn nýta rúmið, um tey ikki so væl tíma gang og ófrið. Her hava børnini høvi at fáa frið til prát, ið viðkemur teimum ella bara “at hanga út”.  Felags fyri spæli, stilla og ítrivsrúm er, at tey liggja í skúlastovupartinum.


Køkur:

Stóri køkurin er har vit øll møtast til millummála. Vit hava millummála hvønn dag uml. kl. 14.00 og er hetta eitt tilboð til øll børnini, ið eru knýtt at frítíðarskúlanum. Millummáltíðin og alt tað sum er tengt at honum, verður bjóða út sum ein fyriskipan, har børnini um tey hava hug, eru við at gera matin, dekka borð og hjálpa at rudda av. Her hava tey møguleika at fáa vitan um týdningin av kosti og reinføri. Ein dag um vikuna etur 1.flokkur matpakka í frítíðarskúlanum. Felags fyri køkin, mið- , starvsfólka-, máli- og perlurúmini er, at tey liggja í vestari parti av bygninginum.

Starvsfólkarúmið:

Starvsfólkarúmið er rúmið, har starvsfólkini halda sín steðg og har tey løða upp til víðari virksemi. Børn hava vanliga ikki atgongd her.

Gongin:

Í gongini eru klædnarúm hjá børnunum. Hvørt barnið hevur eitt klædnaskáp, at hava síni klæðir í. Stóra gongin leggur upp til stórar rørslur. Aloftast eru nógv børn at síggja í gongini, har tey dansa, venja fimleik, spæla “blikka”, hoppa band og lastik, spæla á fit-bóltum, spæla borðfótbólt og ymiskt annað, sum børnini finna uppá. Stóra gongin er sum ein gjógv, ið er bindilið millum spælilonina (har ítrivs-, lesi- og byggirúmini eru) og miðlonina (har køkurin, starvsfólka-, mið-, máli- og perlurúmini eru). Í gongini hongur ein stórskýggi, ið eru hentir upplýsningar til foreldrini og børnini.