Eg fari at leggja fyri við at ynskja øllum til lukku við hesum stásiliga bygningi. Hetta er ein
stórur dagur, og summi hava bíðað leingi eftir honum. Onkur heldur kanska, at vit hava
bíðað ov leingi, men hyggið kring tykkum – eg sigi bara: “Skúlin á Argjahamri er væl og
virðiliga bíðitíðina verdur!”
Nógv eru, ið hava gjørt sítt til, at Skúlin á Argjahamri er vorðin veruleiki, byggiharri og
byggikøn ikki minst, men hóast summir steinar í varðanum eru størri enn aðrir, so hava
klípini sín týdning eisini.
Onkur kennir tað helst sum, at nú er komið á mál, men vit sum starvsfólk føla, at NÚ fara vit,
og málið er menning, virðing og trivnaður.
Karmarnir eru framúr – hetta er sum at hava fingið alt í hasum BR – blaðnum, ið plagar at
koma við postinum um jóltíðir! Hetta er so kveikjandi og motiverandi fyri okkum starvsfólk,
næmingar, foreldur og tey, ið annars hava sína gongd her. Ja, eg havi hoyrt fleiri sagt, at tey
eru fødd ov tíðliga.......
Gleðin um tíðarhóskandi hølis- og umhvørvisumstøður er stór. Eitt ynski, sum er gingið
á møti! Ynskið er upprunaliga sprottið úr einum alsamt vaksandi tørvi, har trongu
hølisviðurskiftini viðhvørt hava verið heldur køvislig.Tað hevur kanska tikið drúgva tíð frá
hugskoti til útint verk : “at tað hevur tikið 10 ár – eina fólkaskúlaævi – tað bilar einki. Eg
má siga, at mann verður ikki sørt eyðmjúk, tá mann stendur her og fatar, hvørjar karmar,
námsfrøðin og læringin hevur fingið at virka undir, men bíða nú – vit skulu taka við álitinum
og fáa eitt sunt og mennandi frítíðar- og skúlaumhvørvi at blóma her.
Tey sera góðu hølisviðurskiftini leggja upp til eitt spennandi arbeiði og ikki minst eitt
spennandi og kanska slóðbrótandi tvørfakligt samstarv. Børnini, sum í dag ganga í 1. og 2. fl.
eru stórt sæð øll innskrivað í frítíðarskúlan á Argjahamri, sum er eitt tilboð hjá Tórshavnar
kommunu. Bæði hølisviðurskifti og børn leggja upp til samstarv millum námsfrøðingar og
lærarar og hartil eisini eini stremban eftir, at skapa ein samanhang millum undirvísing og
frítíð. Eg ímyndi mær, at eitt slíkt samstarv kann hava við sær, at námsfrøðingar og lærarar
í størri mun kunnu geva hvør øðrum bæði íblástur og stuðul við teimum ymisku førleikum,
sum teir við sínum útbúgvingum hava. Eg síggi fyri mær eina felags stremban eftir eini heild
og einum samanhangi, sum kemur barninum til góðar.
Eg vænti, at hesin stórsligni bygningur og náttúran á Argjahamri fara at ríka og stuðla undir
menningina hjá tí einstaka barninum. Her eru møguleikar av ymsum slag, ja - eg vil siga
her eitt sindur fyri øll. Sjálvur frítíðarskúlin er innlimaður í skúlabygningin í ovara parti, har
innskúlingin er, men hann virkar sum sjálvstøðug eind. Hølisviðurskiftini eru avbera góð við
nógvum rásarúmi til virknu børnini eins og ríkiligt av plássi eisini er til djúphugsni og friðarligt
spæl.
At vera saman við góðum vinum og at hava vinir hevur stórt virði millum øll menniskju
og er eisini høgt í metum hjá børnum. Lívið í frítíðarskúlanum ríkar møguleikarnar at
uppliva saman, hava tað stuttligt og at royna seg. Her kunnu børnini sjálv velja og raðfesta
áhugamál, hava stundir til spæl og sjálv finna uppá. Hetta er eitt veristað fyri børn, sum
gevur møguleikar fyri at menna tey persónliga og sosialt. Ein frítíð, sum er kjokkfull av gleði
og stuttleika, og sum samstundis tryggjar rúm, har børnini kunnu mennast og læra. Her
kunnu tey trívast, og her vilja vit virka fyri trivnaði. Vit vilja, at tá vit einaferð biðja teimum
farvæl á síðsta sinni, tí tey nú eru vorðin ov stór til frítíðarskúla, at tey skulu hava ryggsekkin
fullan av sjálvsáliti, áræði, forvitni og fyriliti fyri øðrum.
Enn eina ferð fari eg at ynskja okkum øllum hjartaliga til lukku við skúlanum og
frítíðarskúlanum á Argjhamri, og so fari eg líka at endurgeva fyrsta ørindi úr kendu yrkingini
hjá Karsteni Hoydal Barnið, bergið og blómurnar.
Vilt tú finna blómurnar, eingin annar eigur,
gakk so djarvur huga tíns, brøttu bjargaleiðir.
Takk fyri!
Frítíðarskúlin á Argjahamri
Glyvursvegur 44
160 Argir
Um barn ikki kemur í frítíðarskúla ella átrokandi boð eru til starvsfólk:
Send sms boð ella t-post til:
Frítíðarskúlan: 260802
Klubb tilboð: 260803
Teldupostur starvsfólk: argjahamri@gmail.com
Leiðari: Hanna Thøgersen
Telefon: 282850
Teldupostur: hannast@torshavn.fo
Upplatingartíðir:
mánadag – fríggjadag kl. 11 – 17
Facebook síðan hjá okkum: web.facebook.com/argjahamri/