Mikudagsløta

 

Hvønn fyrsta mikudag í mánaðinum, beint eftir millummálan, hava vit mikudagsløtu.

Hvat er mikudagsløta?
Mikudagsløtan er ein hugnaløta har øll í FTS eru samlaði til eina felagsløtu har alt kann henda! Til mikudagsløtur hava vit spurnarkapping, hoyra søgur, syngja saman, síggja onkran film og mangt annað! Eisini eru vit so heppin í FTS, at øll børnini eru dugnalig á ymiskar mátar, so av og á eru serframførslur á skránni, har børnini framføra sang, fimleik ella okkurt heilt annað.

Her eru nakrar myndir frá Mikudagsløtum ið hava verið.