Tónleikur

Børnini á Argjahamrinum hava stóran áhuga fyri tónleiki. Hetta sæst og ikki minst hoyrist, tá tú gongur ein túr eftir gongini á frítíðarskúlanum. Ghettoblastarin ljómar ein stóran part av degnum við alskyns tónleiki, og ikki er óvanligt at man møtir einum barni, ið gongur á hondum ella ger myllur eftir gólvinum afturvið tónleikinum.

 

Fleiri børn hava hug til meira enn bert at lurta eftir tónleiki. Vit eggja teimum at framføra fyri hinum børnunum eitt nú til mikudagsløturnar. Vit hava góðar umstøður til slíkt, tá vit eiga bæði ljóðanlegg, ljóðføri, fimleikahøll og hava atgongd til tónleikastovu. Har umframt hava vit veggskermar og alskyns diskoteks-útgerð. Av og á verður eisini skipað fyri diskoteki. Annan hvønn hósdag verður skipa fyri sangløtum har børnini hava møguleikan at syngja við og/ella framføra.