#spor, tað bleiv ein skattaveiða.

11. september 2022


Tað eru nógv Pokémonkort á Argjahamri.

Vit síggja Pokémonkort í hópatali. Pokémon er eitt hitt. Pokémon er IN. Nógv eiga Pokémonkort..

Summi hava nógv kort, summi hava nøkur kort og summi hava fá kort, meðan onnur hava ongi kort. 

Vit vaksnu kenna ikki spælireglarnar enn. Vit leggja til merkist, at tað hendir ymiskt í húsinum viðv Pokémonkortunum. 

Børnini forvitnast, práta og býta um kort og nøkur kort hava meira virði enn onnur. 

Pokémonkortini eru eisini atvoldin til ósemjur, klandur og misálit. Børnini taka simpulthen kort frá hvørjum øðrum.

Lættast hevði helst verið at forbjóða hesum kortum og sagt foreldrunum frá, at vit ikki ynskja at børnini hava hetta við í FáA. 

Men......

Vit velja ístaðin at forvitnast eftir hvat hesi børn eru upptikin av, tosa um tað á barnafundum og saman við børnunum finna útav hvat hetta er fyri nakað.

Skjótt kenna vit Team Rocket, sum eru úti eftir  Pikachu. Ash eigur Pikachu. Team Rocket eru Jessie og James og so eru tað eisini Serena og Bonnie. Tey renna runt og leita eftir Pikachu. Pikachu er ávegis til heimbygd sína og til endast eydnast tað honum at koma heim.

Vit læra eisini eina rúgvu um at virðini á kortinum eru ymisk.

Vit ynskja at øll, sum hava hug at verða við, fáa møguleika av verða við. Vit ynskja at gera eina verkætlan har ØLL fáa møguleikan, at verða ein partur av Pokémon.

Vit leggja til rættis eina Pokémonskattaveiðu, sum hevur til endamáls, at finna Pokémonkortini, sum Team Rocket hevur lagt út runt á Argjahamri...

- og øll sum hava hug kunnu fara við, óansæð um tú eigur nógv kort ella ongi.

Skattaveiðan varð fríggjadagin 09.09.22.

- Ein brakandi succes!

Eini 90 børn luttóku í verkætlanini. 

Fyri okkum merkir tað at 90 børn kendi seg aftur og valdi at  luttaka í planleggingini av verkætlanini og høvdu hug til at luttaka, samstundis sum at tey aktivt vóru og leitaðu eftir Pokémonskattum á skattaveiðuni í haganum omanfyri  og runt Argjahamar. Saman við gomlum og nýggjum vinum. Pokémonvinum.

Vit eiga nú eina Pokémonmentan, eina Pokémonskattaveiðu.

Vit virða Pokémonkortini hjá hvørjum øðrum, tey sum flest eru av, fara til skattaveiðu til tey, sum ynskja sær Pokémonkort.

Soleiðis er at arbeiða við #spor <3

#frítíðarskúlináargjahamri #vitskapabarnaminnirgóð<3