Samanlagt virksemi fyri frítíðarskúlar í summarfrítíðini

hósdagur, 14. mai 2020


SAMANLAGT VIRKSEMI Í VIKU 26 OG 27
Foreldur í Tórshavnar kommunu, ið hava pláss fyri neyðini frá 22. juni til 3. juli 2020, tá ið frítíðarskúlar annars eru stongdir, verða vinaliga biðin um at skráseta seg í sjálvgreiðsluni niðanfyri.

Freistin er týsdagin 2. juni 2020 kl. 12.00. Boðað verður frá seinni, hvør frítíðarskúli er opin.

Tilmeldingin er bindandi, og tað er umráðandi, at barnið møtir teir dagar, sum eru fráboðaðir.

Barnið er tilmeldað, tá ið tú hevur fingið sendandi váttan við t-posti um, at barnið er skrásett.

Skráset her: https://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1189

Aftur