hósdagur, 12. mars 2020
Info um skert virksemi í FáA og Klubb
12.03.2020
Virksemi á dagstovnaøkinum skert frá í seinasta lagi mánadegnum 16.03. 2020 og í fyrstu atløgu í 14 dagar fram.
Frá mánadegnum verður dagstovnavirksemi bert opið fyri børnum hvørs foreldur av neyðsynjar arbeiðið hava tørv á dagstovnavirksemi til teirra børn.
Í hesum sambandi skulu foreldur, ið hava tørv á dagstovnavirksemi, boða frá hjá dagstovnaleiðaranum, nær tey hava tørv á dagstovninum og við hvørji orsøk. Hetta skulu foreldur gera í seinasta lagi kl. 13. fríggjadagin 13.03.2020, so virksemi kann skipast.
Frítíðarskúlin á Argjahamri : Hanna tlf 282850 t-postadr: hannast@torshavn.fo
Dagstovnaleiðarin á hvørjum stovni skipar virksemi soleiðis, at hesi eru undir mest møguligari trygd og til minst møguligan ampa fyri børn og starvsfólk.
Barna- og ungdómsdeildin
Tórshavnar kommuna