Musikkspælistova fyri forskúlabørnunum

mikudagur, 8. januar 2020


Kunning um musikkspælistovu og børnini í 0. floks toyminum

Frítíðarskúlin á Argjahamri fer saman við børnunum, ið ganga í forskúlanum at luttaka í musikkspælistovu hjá Tórshavnar musikkskúla. Vit hava deilt børnini upp í tveir bólkar, soleiðis at børnini fáa sum mest burturúr. Musikkskúlin skrivar, at spælistovan er ein spennandi og gevandi leið hjá børnum inn í tónleikin, har dentur verður lagdur á rútmu, sang og spæl. Vit fara at vitja musikkspælistovuna hvønn týsdag kl. 13 í 8 samanhangandi vikur og fyrstu ferð verður 21. januar 2020. Í hesum sambandi verður eingin svimjing týsdagar hjá forskúla børnunum, men vit ætla at svimja aðrar dagar, sum tit fáa nærri kunning um seinni. 

Okkara tónleika Mortan fer, seinnu helvt í februar mánað, at skipa fyri líknandi tónleika spælistovu í frítíðarskúlanum. Tá kunnu øll børnini, sum ganga í frítíðarskúlanum melda seg sjálvi til á talvuni í Miðrúm. Meira kunning verður givið børnunum á barnafundi seinni.

Aftur