Summarveitsla 2019

24. juni 2019


Summarveitsla

Fríggjadagin í farnu viku, høvdu vit okkara árligu summarveitslu. Hesuferð høvdu vit valt ein heldur øðrvísi leist, har vit skipaðu fyri kondibingo. Hetta var eitt ókent fyribrigdi fyri tey flestu foreldrini, men tey tóku sera væl ímóti tí, tí tey allar flestu tóku lut í tí, og hugnaðu sær óført á túrinum. Hóast tað bleiv sagt áðrenn, at túrurin skuldi njótast, so sóu fleiri av børnunum tað sum eina kapping, og tuskaðu runt í haganum, børn sum vaksin. Allarhelst spældi tað eisini inn, at tey fingu ein franskan hotdog, tá tey vóru liðug.

Eisini høvdu vit andlitsmáling, har bæði børn og vaksin lótu seg blíva málaði, og blivu so øgiliga summarslig.

Sum heild var tað ein sera hugnaligur dagur, har veðurgudarnir eisini vóru nøkunlunda við okkum, hóast vindurin gjørdi sítt. Tann flotta myndaboksin var eisini sera væl vitjað av familjunum, og blivu nógvar góðar og stuttligar myndir tiknar, ið kunnu síggjast niðanfyri.

Myndaboks 2019

Summarveitsla 2019

Aftur