Vatnkríggj á Argjahamri!

hósdagur, 16. mai 2019


Í dag høvdu vit ein heldur øðrvísi dag í Frítíðarskúlanum á Argjahamri. Í góðveðrinum í gjár fingu vit eitt frálíkt hugskot, tí veðurgudarnir høvdu lova eins gott veður í dag, og so settu vit okkum fyri at hava vatnkríggj. Vatnkríggj hevur verið ein afturvendandi táttur síðsti árini, og tað er altíð líka stuttligt, har børnini og ikki minst tey vaksnu, stuttleika sær óført. Børnini vóru sera spent til dagin, og tað sást aftur við, at tey spurdu 3. hvønn minutt, nær vatnkríggið byrjaði. Tey flestu høvdu tikið vatnbyrsur ella fløskur við, og so var klárt at fara í kríggj, har øll, børn sum vaksin, tuskaðu runt og royndu at gera onnur vát, uttan at blíva so vát sjálvi. Men so hendi nakað, ið børnini ikki høvdu væntað. Kl. 14:30 kom ein brandbilur niðan, og um kríggið ikki var intenst áðrenn, so bleiv tað alvorliga intenst, tá brandbilurin byrjaði at sproyta. Uppá hálvan annan tíma, hevði brandbilurin sproyta 2500 litrar á børnini, og ikki minst starvsfólkini fingu ein vátan umgang. Alt í alt ein sera stuttligur dagur, har vit í Frítíðarskúlanum á Argjahamri gera tað, ið ikki altíð letur seg gera har heima.

Myndir kunnu síggjast her: Vatnkríggj á Argjahamri

Aftur