Hugnalig umhvørvisvika á Argjahamri

10. mai 2019


Hesa vikuna hava vit havt okkara egnu umhvørvisviku á Argjahamri. Her hevur verið mangt ymiskt á skránni, har børnini hava roynt seg sum gartnarar, seymikonur, onnur hava lagað demning og nógv annað við. Veðurgudarnir hava eisini verið við okkum hesa vikuna, har sólin hevur skinið í dalar og fjøll, hóast tað hevur verið nakað kalt til tíðir, men kuldin er ikki nakað sum forðar argjabørnum í at hugna sær og arbeiða. Tað hevur verið sera hugaligt at sæð børnini gingið so høgt uppí tey ymsu tingini, og fingu tey eisini grillaðar hotdogs fyri stóra innsatsin. Hóast nøkur vildu vera við, at køin var í so lang, so dugdu børnini sera væl at bíða eftir hvørjum øðrum til teirra túrur kom. Alt í alt ein sera stuttlig og gevandi vika, har vit góvu okkara íkast til umhvørvisvikuna.

myndir síggjast her: Umhvørvisvika á Argjahamri

Vit ynskja tykkum øllum eitt gott vikuskiftið:)

Aftur