Umhvørvisvika á Argjahamri

7. mai 2019


Sum flestum kunnugt, skipar Tórshavnar Kommuna fyri umhvørvisviku hesa vikuna. Hetta halda vit á Frítíðarskúlanum á Argjahamri verða eitt frálíkt afturvendandi tiltak, og tí hava vit okkara egnu umhvørvisviku á Argjahamri. Hóast vit dagliga seta sjóneykuna á umhvørvi og endurnýtslu, vilja vit gera nakað serligt hesa vikuna. Tí hava vit fleiri ymisk áhugaverd umhvørvis arbeiðsstøð, ið børnini kunnu taka lut í. Tað verður ikki neyðugt hjá børnunum at tilmelda seg til teir ymsu aktivitetirnar, men kunnu tey bara fara har tey hava hug, og skifta tá tey vilja. Vit ætla í høvuðsheitinum at vera uttanfyri hesa vikuna, har vit fara at planta kassar, demma hylar, seta eplir niður, seyma leistar, gera borð, rudda og feiða, arbeiða í útiverkstaðnum, og so enda vit vikuna við at grilla og hugna okkum saman. Vit eru sera spent til vikuna, og vóna vit at børnini fara at taka væl ímóti tí, og taka lut í øllum teimum ymsu arbeiðsstøðunum vit hava at bjóða.

 

Aftur