Ein vika við móta

25. januar 2019


Hesa vikuna og komandi viku, hava vit evnisviku, har evnið hesuferð er móti. Børnini eru býtt upp í bólkar, og er frítíðarskúlin býttur sundur í seks verkstovur, alt frá hárfríðkan, seymistovu og catwalk til fjølmiðlar. Hvønn dag frá uml. Kl. 13:45 til 15 hava børnini verið úti í teimum ymsu verkstovunum, og útdýpa seg í teimum áhugaverdu avbjóðingunum verkstovurnar hava at bjóðað uppá.

Børnini hava verið sera hugagóð og røsk, og hava lagt nógv fyri dagin, so tann heilt stóra mótaframsýningin komandi fríggjadag, verður so fullfíggjað sum gjørligt. Fleiri bólkar hava verið úti úr húsinum. Sum dømi kann nevnast, at bólkurin, ið ger pallin hava verið í Norðurlondahúsinum, og sangbólkurin hevur verið í øllum barnagørðunum á Argjum og sungið fyri teimum.

Inni á hesari leinkjuni, síggjast fleiri myndir frá vikuni, sum fjølmiðladeildin hevur tikið. (trýst her)

Fríggjadagin 1. Februar verður foreldrakaffi frá kl. 15.

Meira verður at frætta frá Fjølmiðladeildini á Argjahamri í komandi viku.

Aftur