Fashion week á Argjahamri

18. januar 2019


Komandi tvær vikurnar er Svimjihøllin í Gundadali stongd vegna umvælingar.

Hesar báðar vikunar fara vit at hava evnisvikur á Argjahamri og kalla tað Fashion Week.

Børnini hava seinastu dagarnar valt seg inná 6 ymiskar verkstovur, sum verða ymsar staðir í húsinum.

Verkstovurnar verða: Sang & Tónleikur, Dansur & Catwalk, Backstage-pallur-KT-ljóð & ljós, Hárfríðkan-sminka o.a., Seymistova og Fjølmiðlar.

Børnini hava møguleika at vitja verkstovurnar hvønn dag millum kl. 13.30 til uml. Kl. 16.00.

Ætlanin er, at hesar báðar vikurnar enda við einum brakið í Miðrók fríggjadagin 1. februar. Meira kunning um hetta seinni.

Fjølmiðladeildin fer dagliga at kunnað um virksemi.

Aftur