Rokan í frítíðarskúlanum

30. november 2018


Dag og dagliga verður arbeitt við ymiskum í frítíðarskúlanum og klubbanum, og nógv ymiskt virksemi er á skrá. Stuttligt er eisini at síggja, at børnini eru upptikin av tí sum hendir í almenna rúminum. Hesaferð hava vit m.a. upplivað, at verkfallið hjá jarðarmøðrunum sást aftur í spælinum, har børnini hava verið á føðistovu og uppliva seg gjøgnum spæli, hvussu har man vera:) Eisini gera vit klárt til foreldrakaffi, har vit hesaferð fara at verða úti. Grúgvur eru vorðnar lagaðar og poppkorn er keypt inn, so nú bíða vit eftir einum góðverðurs vetrardegi, har vit kunnu hugna okkum úti við tónleiki, bál og kaffi. Vit boða frá aftur, nær foreldrakaffi verður. Frá frítíðarskúlanum og klubbanum takka vit fyri eina góða og ríka viku, og ynskja tykkum eitt gott vikuskifti:) 

Myndir (trýst her)

Aftur