Summarveitsla

mikudagur, 6. juni 2018


Fríggjadagin 8, juni kl. 15.00 - 16.30 er summarveitsla í Frítíðarskúlanum á Argjahamri. Vit hava stákast í dagar, gjørt pass og ferðaseðlar, úti prýði, sett telt upp, gjørt ppylsuvogn o.m.a.. Umframt stákina hava vit vant sjónleik og sang. Vit gleða okkum at framføra fyri tykkum øllum. Vit fáa vitjan av Halli Joensen, Rakul Ró og Steintóri, sum fara at syngja okkum í gott summar hýri. Áshild kemur at leggja okkum lag á, at dansa line-dance. Eisini sleppa pápar og mammur at dystast í tog togan, meðan børnini fara at heppa. "Hann" sigur frá góðum veðri, og tað er bara at gleðast um. Inngongdin er við glasdyrnar, har tit fara gjørgum pass kontrol, so minnist til passið og góða lagið:)

Skrá:

kl. 15.00 Vælkomin við Hallu

kl. 15.05 fimleikaframførsla á vøllinum

kl. 15.10 Øll dansa line dance við vøllin

kl. 15.30 Hallur Joensen er á pallinum

kl. 15.50 tog togan

kl. 16.05 sjónleikur á pallinum

kl. 16.10 konsert við FÁA  kórinum og Rakul Ró

Aftur