Teppið hjá Mariu

fríggjadagur, 20. apríl 2018


Tá Frítíðarskúlin á fyrsta sinni lat upp fyri sjey árum síðani, byrjaði ein verkætlan. Maria fór í gongd við at binda við gentunum, sum í dag ganga í 7.-8. flokki. Tær bundu og bundu og bundu fýrakantar, og nú - loksins - eru hesir fýrakantar blivnir til eitt stórt, vakurt, ullint teppi í alskyns litum! Hetta teppið er ætlað børnum, sum hava tørv á at balla seg eina løtu, og teimum, sum eru vorðin sjúk og bíða eftir at verða heintað. Ja, tað er líka við at ein hevur hug at leggja seg sjúka, fyri at balla seg í hesum deiliga teppi :-)

Aftur