Jólaløta á Argjahamri

mánadagur, 11. desember 2017


Kæru foreldur!

- og familja hjá børnunum í Frítíðarskúlanum á Argjahamri!

Frítíðarskúlin á Argjahamri bjóðar til jólahugnaløtu fríggjadagin 15. desember frá kl 15.00 til 16.30

Jólahúsini, sum verða prýdd í hesum døgum, verða sýnd fram, og børnini fara eisini í hesum jólahúsum at bjóða ymiskt jólaligt at drekka og til matna. Til jólaløtuna koma tvær Kular Røtur at syngja saman og fyri okkum. (Høvið verður at keypa Sangskrínið frá Kularøtum fyri serjólaprís.)

Vit gleða okkum at síggja tykkum til eina hugnaliga løtu!

Hoyr eitt lag hjá Kularótum her.

Aftur