mikudagur, 20. apríl 2022
Í morgin hósdagin 21. apríl verður tað at vit fara at senda pening til Ukraina. Peningin sum vit savnaðu saman til tiltakið í Miðrók fyri páskir. Vit hava sett peningin inn í Norðoya Sparikassa og í morgin fáa vit forkunnugan gest frá NS.
Vit savnast øll í Miðrók kl. 14.00 til eina hugnaløtu og takka hvørjum øðrum fyri innsatsin.
Meðan vit eru í Miðrók kemur Silvi á vitjan. Silvi hevur ein stóran kekk við, sum hann fer at handa Slavu, sum síðani trýstir á send og vupti, fara pengarnir til Ukraina.
Tað hevði glett okkum um øll børnini verða til staðar, tí vit ynskja okkum eina mynd av okkum øllum. <3
- Barnaútvarpi vitjar okkum í morgin.
Enn einaferð: Hjartaliga takk fyri! <3