Hjartaliga takk fyri 23.441,25 kr

15. apríl 2022


Hósdagin 7. apríl bjóðaði Frítíðarskúlin á Argjahamri familjunum hjá børnunum innar til tiltak, fyri at savna pening inn til Caritas í Chernivtsi.

Slava sum arbeiðir í FáA er frá Chernivtsi í Ukraina. Slava hevur samband við tey og hava vit avtala, at allur peningur verður sendir til tey. Vit hava fingið myndir sendandi frá teimum og vit til tey.

Børnini evnaðu lutir og bakaðu kakur til sølubúðirnar. Í Miðrók vóru sølubúðir, kafé og framførðslur.

Vit halda at uml 600 fólk vitjaðu okkum hesa løtuna.

Vit takka so hjartaliga fyri góðu løtuna. <3

Børnini seldu drekkamunnar, køkur og páskalutir fyri 23.441,25 kr sum eru settar á konto 9865 - 3264283 sum er opin fyri stuðli til mikudagin 20.apríl.

Hósdagin 21.apríl fáa vit forkunnuga vitjan. Tá kemur Silvi við sínum lítla bili suður á Argir við einum stórum kekki og handar Slavu hann við samlaðu upphæddini, sum síðani verður send til Caritas í Chernivtsi.

Tiltakið verður í Miðrók hósdagin 21. apríl kl. 14.00

1000 takk fyri stuðulin, fantastisku fólk! <3

 

 

 

Aftur