mánadagur, 25. januar 2021
Kæru foreldur!
Nógv ber til á Argjahamri. Omanfyri hegni skreiðaðu nógv børn í dag, meðan onnur tendraðu bál og onnur hitaði kakao á stormkøki niðanfyri hegni. Stemningurin var hugnaligur og góður. <3 So góður, at vit hava avgjørt, at hava hetta útilívið alla vikuna.
Tað sigst at kavin verður liggjandi og tað fara vit at njóta.
Í morgin fara vit at grilla.
Góðu foreldur! Tað hevði glett okkum og serliga tykkara børnum, sum ikki hava heit klæðir í klivanum, at tey hava heit klæðir við og ikki at gloyma skiftiklæðir, tá ber uppaftur meira til.
Tit eru vælkomin á gátt við klæðunum ella at ringja til høgguslokkin og gera eina avtalu.
Vh
Hanna