Myndir frá summarveitsluni

11. juni 2018


Góðu ferðafólk, vælkomin heim! Nú eru vit lend aftur á Argjahamri eftir eina frálíka ferð á Hawaii farna fríggjadag. Øll skuldu vísa pass og ferðaseðil og ganga gjøgnum passeftirlitið, áðrenn farið varð umborð á flogfarið. Lend í Hawaii var hýrurin avbera góður. Halla í 2. flokki bjóðaði vælkomin, Rakul Ró og Steintór Rasmussen sungu nøkur løg, og eisini slapp FÁA-kórið at syngja við teimum. Seinni kom eisini Hallur Joensen og sang við kórinum. Børn stóðu í ymsu búðunum og bjóðaðu bæði vaflur, slush ice og hotdogs, onnur børn tóku sær av vælvitjaðu myndaboksini, og uppaftur onnur børn vístu fram fimleik og sjónleik. Sólin dittaði sær eisini at koma á vitjan, og hugnaðu børn við familju sær óført í summarróminum á Argjahamri.

Sí myndir frá summarveitsluni her og úr myndaboksini her.

Aftur