Føstulávintshugni

týsdagur, 13. februar 2018


Í dag hava vit verið í Látrinum og sligið pottar. Vit byrjaðu við lissukapping. Vit skuldu sláa seks pottar. Børnini vóru í fimm bólkum, og hvør bólkur skuldi sláa ein pott. Tann sætta pottin skuldu tey vaksnu sláa. Børnini tóku uppgávuna í størtsa álvara og skemtaðu sær óført. Tess longri onkur slóð við síðuna av, tess stuttligari hildu tey tað vera. Tá potturin brotnaði var góðgæti í - góður dagur í dag! :) Tey vaksnu fingu eisini bind fyri eyguni og vóru mæld ofta runt. Onkur vaksin fór púrasta útav kós, og børnini heppaðu hart og týðiliga. Til millummála fingu vit føstulávintsbollar við róma og fromagu.

Framhaldandi góða føstulávint!

Sí myndir her

Aftur