Vitjan á Føroyaprent

23. november 2017


Vitjanin á Føroyaprent í gjár osaði av blíðskapi og at starvsfólkini á Føroyaprent til tíðir niðurløgdu sítt arbeiði fyri at geva okkara børnum bestu uppliving, av hvat hendir, og hvørjir møguleikar eru har. Vit fingu søguna um Gutenberg, sum uppfann prent, og søguna, um hvussu tað er við prenting í dag. Vit blivu víst runt í virkinum. Vit lærdu at skræða papír. Vit hoyrdu um týdningin av at planta trø. Vit sóu litføgur bløð verða prentað. Vit hoyrdu um bleytar permur og harðar permur og um Herviliga Henry. Vit sóu sálmar og sanghefti verða prentað. Ein grafikari setti tíð av til at vísa okkum, hvussu “Píkasjey” verður tilgjørt. Vit vóru boðin í matstovuna til hugnaløtu við góðgæti, meðan tey lósu bøkurnar, sum vit høvdu við, og sum børnini sjálvi høvdu evnað, og fingu tey stórt rós fyri tað!💚 Jon er ein fantastiskur søgulesari :-) 1000 takk fyri ein deiligan dag og 1000 takk fyri gestablídni á Føroyaprent!

Sí myndir frá túrinum her.

Aftur