Rokan í gongini

fríggjadagur, 3. november 2017


Seinastu tveir dagarnar hava børnini verið upptikin av at gjørt sín egna Halloween bana. Hetta hevur verið stuttligt at sæð, at tey hava fingið íblástur frá Halloween bananum vit gjørdu í síðstu viku. Tey hava samstarvað og verið skapandi. Gjørt atgongumerkir, skipað kø, teknað myndir og ønnur hava kløkkað í bananum. Eisini hava tey verið ófør at bygt høg torn. Næstan líka stuttligt at byggja tornini, sum at spæla King Kong og koppa tey.

Sí myndir her.

Aftur