Summarveitslan 2017

19. juni 2017


Mikudagin 14. juni skipaðu børn og starvsfólk á Frítíðarskúlanum á Argjahamri fyri summarveitslu, har øll foreldur og systkin vórðu bjóðað niðan í frítíðarskúlan at hátíðarhalda summarið. Onkur hevði tó allarhelst gloymt at boðað Veðurguðunum frá, tí veðrið var ikki serliga summarsligt; tað regnaði, og mjørkin var so tjúkkur, at vit nærum ikki sóu hagan niðanfyri frítíðarskúlan. Men starvsfólk og børn vóru samd um, at veðrið skuldi ikki sleppa at oyðileggja okkum dagin. Øll veitslan varð flutt innandura, og telt varð sett upp rundanum grillina, soleiðis at einki noyddist av skránni.
Veitslan byrjaði við, at øll hittust í Urðini, har Tóra í 0. bjóðaði øllum vælkomnum. Hon varð tó avbrotin av tveimum sjórænarum! Teir komu oman í Urðina saman við einum sjórænarahundi og alskyns sjórænaraslangum. Børnini vóru sera hugtikin av øllum hesum. Tey djørvu børnini kelaðu slangunum, og tey heilt øru tordu enntá at halda slangunum! Sjórænararnir prátaðu óført við børnini, og teir fingu øll børnini at syngja ymiskar sjórænarasangir. Løtu seinni deildu teir gullpengar út, sum børnini kundu fara niðan í Gullbankan við, har tey fingu bomm afturfyri. Samstundis vóru matarlepar býttir út, sum øll kundu nýta at njóta summarmatskránna. Á matskránni vóru franskir hotdogs, vafflir, sunkist og kaffi. Børn og foreldur gingu runt og ótu og prátaðu, og hóast veðrið var keðiligt, var summarveitlsan sera væleydnað.

Fyri at síggja fleiri myndir, trýstið her

Aftur