Túrur við 1.C

hósdagur, 2. mars 2017


Í dag hava vit verið í plantasjuni í Prestalág og hugna okkum. Børnini spældu ymisk spøl ímillum trøini, og royndu eisini uttandurað fitness økið. Eisini royndu dreingirnir at kynda eld við pinnum og steinum, men aftaná at hava stríðst og strevast í eina góða løtu, máttu teir ásanna, at tað ikki var so lætt sum tað sær út í filmunum... Men sum heild stuttleikaðu børnini sær óført, og spældu frá tí vit komu til vit skuldu avstað aftur við bussinum niðan í frítíðarskúlan. 

Fyri at síggja fleiri myndir, trýst her

Aftur