1.B túr á Sjósavninum

mikudagur, 1. mars 2017


Týsdagin 21.februar var 1.B ein túr á Sjósavninum. Á Sjósavninum sluppu børnini at forvitnast og nerta við fiskarnar og hini sjódjórini, ið vóru í kørunum. Eisini lógu uppgávur á borðinum, sum børnini kundu loysa. Aftaná fóru vit ein túr oman á Sandágerð, har onkur vassaði í tí ísakalda sjónum, meðan hini spældu í sandinum. Tá vit gingu niðan til bussin, sóu vit ein mann, sum fiskaði í ánni. Vit náddu at síggja tað fyrsta sílið, sum hann fekk. 

Allar myndirnar eru tiknar av Hákun og Nóa :) 

Fyri at síggja fleiri myndir, trýst her

 

Aftur