Bálveður og rokan

hósdagur, 2. februar 2017


Í dag hava børnini m.a. havt møguleika at luttikið í útiverkstaðnum og at telgt rundan um bálið í garðinum. Á verkstaðnum hava børnini smíðað, sagað, telgt og evnað ymiskt. Rundan um bálið, sum vit hava kynt í garðinum, hava vit sagt frá røvarasøgum, meðan onkur hevur telgt og onnur hava verið hugtikin av eldinum. Ja, her í frítíðarskúlanum á Argjahamri hava vit nógvar møguleikar og hentleikar. :-) 

Fyri at síggja fleiri myndir, trýst her

Aftur