Diskotek á Argjahamri!

týsdagur, 24. januar 2017


Mikudagin 18. Januar skipaði Klubburin fyri diskotek fyri øllum frítíðarskúlanum. Tey høvdu fyrireikað tónleik, spøl, pynt, poppkorn og annað lekkurt, vaktir at halda skil á fjøldini (og hetta var væl hugsað, tí tá 144 børn fáa sukur, verður rokaligt) og tey høvdu enntá skipað fyri at hava DJ.
Diskotekið var stuttligt fyri allar partar; børnini sluppu at hugna sær, og tey vaksnu sluppu at gera seg til gjøldur, tá tey vístu upprunaliga diskodansin frá teirra tíð. 

 

(mýndir - trýst her)

Aftur