Foreldrakaffi framskundað

hósdagur, 23. januar 2020


Foreldrakaffi sum sett er at verða fríggjadagin  31. januar er framskundað til hósdagin 30. januar.

Vit fara at gera eitt sindur meira burturúr foreldraløtuni hesaferð.

Vit byrja í Miðrók kl. 15.00 við sangi, tónleiki og upplestri.

Aftaná fara vit inn í Frítíðarskúlan, sum bjóðar okkurt gott til børn og vaksin.

 

Aftur