Seymistova á Argjahamri

17. januar 2020


Í vikuni hava vit havt seymistovu. Børnini hava havt møguleika at taka seymikoyrikort. Undirtøkan hevur verið heilt góð. Gentur og dreingir, yngri sum eldri. Alt frá teimum minstu úr 0. flokki til tey størstu úr 3. flokki hava tikið sær av møguleikanum at fáa sær seymikoyrikort. Hjá teimum, sum hava ogna sær seymikoyrikortið er grundarlagið nú lagt. Ætlanin er at seinni skulu tey kunnu seyma sær akkurát tað tey hava hug til. Líkamikið um tað er ein húgva ella einar nýggjar buksir.

Aftur