Biograftúrur fríggjadagin 6. desember

3. desember 2019


Fríggjadagin 6. desember fer frítíðarskúlin í biograf. Vit hava bílagt bussar, sum heinta okkum á Argjahamri og koyra okkum út aftur, tá filmurin er liðugur. Filmurin hesaferð verður Fårmageddon og afturvið verður borðreitt við sodavatni og poppcorn. Stovnurin rindar biograf túrin, so børnini skulu ikki hava pening við. Vit verða væntandi aftur á Argjahamri millum kl. 15.00 og kl. 15.30.

Aftur