Góðu foreldur at børnum í 3. Flokki

mánadagur, 24. juni 2019


Góðu foreldur at børnum í 3. Flokki

Nú stundar til, at børnini hava gingið síni síðstu fet í Klubb, og tí vilja vit øll fegin hava ein hugnadag saman. Vit hava avgjørt at fara til Nólsoyar mikudagin 26. Juni. Vit fara við bátinum kl. 12:30, og ætla okkum heim aftur við bátinum kl. 18:30. Vit hava nógv ymiskt spennandi á skrá, og hava roynt sum frægast at uppfylt ynskjunum hjá børnunum. Vit fara m.a. at gera bál, og harvið grilla sneisadrýl við pylsum og eta okkurt leskuligt omaná, spæla minigolf, leypa á sjógv, fanga krabbar, spæla ymisk spøl. Vit hava leigað eitt hús beint við vøllin, har vit kunnu goyma tingini hjá okkum, eta matpakka, og eisini kunnu nýta, um veðrið ikki er til vildar.

At hava við:

Stóran matpakka og ein drekkidunk
Skiftiklæði
Hosur
Góðar skógvar
Handklæði
Svimjiklæði

Vit taka Ternuna úr Nólsoy aftur til Havnar kl 18.25 og verða heima aftur og klár at heinta kl umleið 18:45. Annars gleða vit okkum til ein hugnaligan dag saman!

Heilsan Frítíðarskúlin á Argjahamri

Margit, Uni, Eva og Símun Pætur

Aftur