Innandura fótbóltskapping í Hoyvíkshøllini

hósdagur, 2. mai 2019


Í morgin, fríggjadagin 3. mai, verður innandura Fótbóltskapping í Hoyvíkshøllini, sum Frítíðarskúlin í Hoyvík skipar fyri. Vit fara beint niðan til Hoyvíkar, tá børnini hava fingið frí úr skúlanum, og eru liðug at eta matpakka. Finaluumfarið byrjar kl. 15, og um alt gongur sum ætla, verða vit partur av tí, við øllum teimum evnaríku fótbóltsleikarunum vit hava her úti á Argjahamri. Finalan verður kl. 16, so kappingin verður liðug í seinasta lagið kl. 16:10. Vit hava meldað tvey lið til kappingina, og vónandi minnast børnini til innandura skógvar. Børnini fáa millummála uppi í Hoyvík.

Ein tílík kapping var eisini síðsta ár, og hon eydnaðist sera væl, hóast summi av børnunum vóru sera ónøgd við úrslitið, so tey hava fingið blóð uppá tonnina til kappingina í ár.

Aftur