Tónleikafrálæra

mánadagur, 18. mars 2019


Góðu foreldur at næmingum í 3. flokki.

Hósdagin 21.03 byrjar eitt tilboð til 3. flokksnæmingar í Klubb.
Hvønn hósdag frá kl. 12.40 – kl. 16.00 kunnu 3. flokksnæmingar melda seg til tónleikafrálæru í eitt nú gittara, bass, trummur, klaver ella sang.

Næmingurin skrivar seg á ein lista, sum verður tøkur hvønn hósdag inni í Klubb ( also... ein meldar seg til á nýggjum hvørja ferð)

Ari og Mortan fara at bjóða frálæru og vónandi hevur títt barn hug at luttaka.

Hevði verið frálíkt um tú kann fortelja barn títt um hendan møguleikan.

Aftur