Pottasláing á Argjahamri

6. mars 2019


Dagin eftir Føstulávintsmánadag er tað vorðin siður at vit sláa pott í Látrinum.

Hópin av pottum við onkrum lekkrum í stóðu á gólvinum tá vit komu innar. Til hvønn pott var eitt svart turriklæði og ein gassi og hartil ein bólkur av børnum.

Børnini fingu  klæði fyri eyguni, gassa í hond, vend eini 5 – 6 ferðir runt og so var klárt at sláa.

Tað leikaði hart á við rópi og geyli á tann sum hevði klæði fyri eyguni um at raka rætt.

Til seinast vóru pottar til tey vaksnu at sláa OG TAÐ hildu børnini verða sera stuttligt. Eisini tá tað sást, at ið staðin fyri at bomm sum var í pottunum hjá børnunum, so vóru tað  vatnballónir í hjá teimum vaksnu.

myndir (trýst her)

Aftur