Mótavikan á Argjahamri

mikudagur, 13. februar 2019


Tað var gamalt, at vit á Argjahamri fara undir ymiskar verkæltanir við ymiskum evnum. Hesa ferð var evnið móti við tí endamálið at gera okkara egnu mótaframsýning. Børnini vórðu bólkaði sundir og sluppu at arbeiða við tí, tey høvdu áhugað fyri.

Í seymistovuni vórðu gomul klæðir gjørd um til buksir, blusir og niðurdeilar av fagrasta slag. Ítrivsrúmið varð hamskift til eina nýmótans og hugnaliga hárfríðkanarstovu, har børnini bæði lærdu seg at gera hár og at sminka. Vit áttu ongan pall, tá ið vikan byrjaði, men tað var ongin trupuleiki. Úti í verkstaðnum bygdu vit bara okkara egna pall. Klæðir, hár, sminku og pall. Alt orðnaðu børnini sjálvi, eisini at seta ljóð og ljós til. Akkurát sum orduligt.

Vit góvust kortini ikki har. Vit eiga fleiri børn, ið hava so góðar tónlistaligar gávur. Tað hevði verið býtt, um vit ikki gjørdi okkum dalt av teimum. Tónleikabólkurin vandi dúgliga løg til stóru mótaframsýningina. Tað gekk teimum so væl, at tey valdu at fara á konsertferð! Tey vóru og vitjaðu í barnagørðunum á Argjum, og spældi eisini eina lítla konsert á trappunum uttanfyri Ebenezer.

Men eitt tílíkt tiltak er lítið vert um ongin veit av tí. Tí varð ein fjølmiðil eisini setur á stovn. Børnini vóru runt á hinum verkstovunum og gjørdi samrøður, tóku myndir og vóru eisini við á konsertferð.

Alt gekk upp í eina hægri eind, tí mótaframsýningin riggaði ómetaliga væl, og frá okkum skal tí ljóða ein stór tøkk til tykkum fyri, at tit komu at uppliva endabrestin á hesari verkætlan saman við okkum.

myndir (trýst her)

Aftur