mánadagur, 4. februar 2019
Í sambandi við seinastu verkætlanina her á Argjahamri, Fashion Week, bjóðar stovnurin foreldrunum inn til foreldrakaffi, fríggjadagin 8. februar. Her verður høvi at síggja mótaframsýningina, ið skal seta ljós á alt tað, ið børnini hava arbeitt við hesar seinastu tvær vikurnar.
Í mótaframsýningini er møguligt at síggja framleiðsluna hjá pallsetunum, skraddarum, hárfríðkum, tónleikarum og fjølmiðladeildini, eins og rytmiskar rørslur og kettugongd eftir dansistovuni.
Vit her á stovninum eins og børnini, eru sera spent at síggja tykkum her. Foreldrakaffi er millum kl. 15 og 16, og sjálv mótaframsýningin byrjar kl. 16.