Foreldrakaffi er útsett

30. januar 2019


Nú liggur ein kavafonn tindi á..

 

Soleiðis sang Annika Hoydal so vakurt orðini hjá Símuni av Skari. Kavin hevur lagt seg um alt landi, og uppi á Argjahamri liggur hann tjúkkur. Kavamenninir standa mannsterkir niðan ímóti haganum. Børn fara við fullari ferð skreiðandi oman eftir brekkunum. Summi á sletum og onnur í ruskposum. Samstundis herjar eitt borgarakríggj millum flokkar, børn og starvsfólk, ið ongantíð hevur sæð sín líka.

 

Tað eru glaðir dagar uppi á Argjahamri nú kavin er komin. Óvæntaði kavaveðrið er komið so væl við, at verkstøðini vit hava arbeitt við seinastu tíðuna, hava øll ligið still. Hugurin at leika í úti í kavanum hevur verið størri enn at sita inni og fordjúpa seg í seyming, hárfríðkan og dansi.  Ístaðin havi vit valt at gera okkum dalt av lekkra kavanum sum hevur lagt seg.

 

Foreldrakaffi, sum eftir ætlan skuldi verða fríggjadagin 1. februar er tí útsett. Vit hava enn ikki sett dato á nær foreldrakaffi so verður, men tað koma boð út á heimasíðuna, so skjótt sum tann avgerðin er tikin.

 

Aftur